Alt ov nógv foreldur í Føroyum lata børnini sita leys í bilinum
– Alt ov nógv foreldur í Føroyum lata børnini sita leys í bilinum. Nýggja skipanin við klippikorti fer vónandi at bøta um hetta óskilið, siga tey, sum varða av klippikortskipanini, ið kemur í gildi á midnátt.
Bilførarar, sum bróta ávísar reglur í ferðslulógini, fáa hereftir eitt klipp í koyrikortið fyri hvørt av hesum brotum. Kári Thorsteinsson, leiðari á fyrisitingardeildini hjá politinum, væntar, at nýggja skipanin millum annað fer at eggja foreldrum til at spenna børnini í trygdarbelti.
Leiðarin á Ráðnum fyri ferðslutrygd, Sølvi Reinert Hansen er samdur, og vónar at foreldrini broyta atferð, tá tað kemur til trygdina hjá børnunum. Tilsamans 18 ymisk brot eru nevnd sum kunnu geva klipp í korikortið. Klippikortskipanin í Føroyum líkist teirri donsku. (uf.fo)