Vanlukkur í føroysku ferðsluni kostaðu sjey mannalív í fjør.
Sjey føroyingar lótu lív í ferðsluni í fjør. Tað er næstan tvífalt so nógv sum í 2006, tá fýra fólk doyðu í ferðsluvanlukkum
Tøl frá Landsverki og Landslæknanum vísa, at í 2006 og 2005 doyðu ávikavist fýra og fimm fólk í ferðsluni, meðan ferðslan bert kravdi eitt mannalív í 2004.
Hagtøl yvir eitt tíggju ára skeið vísa, at í meðal doyggja fýra fólk í ferðsluni í Føroyum um árið. Men í 2007 kom talið á deyðum tíverri langt upp um meðaltalið seinastu tíggju árini. (ú.f)