Starakassarnir taka myndir av teimum bilførarum, sum koyra skjótari enn hægst loyvdu ferð. Bilførarar verða kunnaðir um myndatólið vit at 200 metrar áðrenn sjálvan starakassan er eitt ávaringarskeltið, ið boðar frá, at eitt myndatól er fyri framman.
Slík skipan er eisini sett í verk í Danmark og Ráði fyri størri Ferðslutrygd í Danmark er sera fegið um skipanina.
Ein tílík skipan kundi uttan stórvegis íløgu verið sett í verk í Føroyum. Byrjað kundi verið við t.d. einum myndatóli. Eitt hugskotið kundi verið, at myndugleikarnir seta nakrar starakassar, sum kunnu flytast, upp á ymiskum støðum, har bilar hava lyndi at koyra alt ov skjótt.
Hugskotið er, at bert í einum starakassa er myndatól, hettar myndatól kann flytast eftir tørvi, uttan at tað er møguleiki hjá bilførararum at vita, hvørjum starakassa myndatólið er í. Hendan skipan vil heilt avgjørt hava eina jaliga ávirkan á ferðina.
Sølvi R. Hansen stjóri á Ráðnum fyri Ferðslutrygd sigur soleiðis tá hann verður spurdur um hvørja støðu hann hevur til málið:
– Fínt um tað kemur, má kunngerast væl, áðrenn sjálva felluna, tí endamálið er at fáa fólk at seta ferðina niður
Í ferðslutrygdarætlanini (2007) stendur millum annað:
– Mælt verður til, at skipað verður fyri, at Sjálvvirkandi Ferðkanningar kunnu setast í verk á støðum
og teinum, har tað hevur serligan týdning at fáa miðalferðina niður.
Bólkurin er sannførdur um, at sjálvvirkandi ferðkanningar er eitt sera gott amboð at fáa
miðalferðina niður á føroyska vegakervinum. Ferðmátingar, sum Landsverk almannakunnger á
hvørjum ári, vísa, at miðalferðin á fleiri strekkjum í landinum liggur væl oman fyri hægst
loyvdu ferð. Kanningar uttanlands vísa, at besta amboð til at seta miðalferðina niður, er at hava
løgreglueftirlit á vegnum ella at upplýsa um, at sjálvvirkandi ferðkanning verður gjørd á
strekkinum.
Á Sælandi í Damnark hava tey sum eina roynd sett upp 10 fotofellur, Svøríki 980, Finnlandi 850 og í Noregi 365. Í Føroyum er talið 0. Koyrilærarin saknar eitt orðaskifti um júst hendan møguleikan (BE)