Við vegaskeltum og við pílum, ið eru málaðir á vegbreytina, hevur Landsverk nú í eina tíð havt eina royndarverkætlan á landsvegnum Millum Fjarða, sum skal tryggja, at bilførararnir halda lógarásettu frástøðuna til bilin frammanfyri.
Koyrilærarin Benny Ejdesgaard heldur, at ein bíligari og nógv betri loysn er at nýta “prestarnar”, sum allíkavæl standa fram við øllum landsvegnum. Teir kunnu nýtast í staðin fyri pílarnar, sum verða málaðir á vegbreytina.
Fyrimunurin við at nýta “prestarnar” er, at teir vera standandi í øllum veðri, at teir ikki skulu viðlíkahaldast eins nógv og pílarnir, at teir lýsa í myrkri, at teir standa fram við øllum landsvegnum, at teir standa upp úr vegnum, og at tríggir prestar hava á leið somu fjarstøðu sum pílarnir. Við øðrum orðum eru “avstandsprestarnir” nógv meira sjónligir enn pílarnir.
Ein loysn er, at triði hvør prestur verður frámerktur meira sjónligur, so hann sæst betur.
– Við hesum kann Landsverk við einari handavending gera ferðsluna tryggari, tá tað ræður um fjarstøðu til bilin frammanfyri, uttan at tað kostar tað stóra.
– Eg havi verið í sambandi við Landsverk við mínum hugskoti, og varð hettar væl móttikið. Landsverk fer nú at umrøða hugskotið innanhýsis.
KOYRILARARIN.FO /be