Mongdin av bilførarum, sum eru út fyri ferðsluvreiði frá øðrum bilførarum, er økt munandi síðan tær fyrstu sakirnar stungu seg upp fyri seks til sjey árum síðani. Í Keypmannahavn eru uml. 50 sakir um árið, hvar æruskemmandi vreiði hevur útvikla seg til eitt kropsligt álop. Vandin fyri at vera fyri ferðsluvreiði er størst í høvuðsstaðarøkinum, har tað eru teir ungu menninir sum hava lættast við at øsa seg upp. Ráði fyri Størri Ferðslutrygd í Danmark vil í komandi árið seta í verk eitt átak fyri at minka um vreiðina. Vit vilja eggja tey ferðandi til at fara við øðrum, sum tey sjálvi ynskja at vera viðfarin. (be)