Tað er ein sann roynd, sum vit menn hava vist í mong harrans ár, men sum kvinnur ikki hava viðgingið. Vit eru betri til at parkera enn hitt kynið. Orsaka kvinnur, men nú ert tað vitinskapliga prógva.
Dr. Claudia Wolf frá Ruhr Universitetet í Bochum í Týsklandi, hevur í einari roynd við 65 monnum og kvinnum kanna, hvussu hvørt kyn parkera. Dr. Wolf valdi ein Audi A6 sum royndarbil, menn og kvinnur vóru biðin um at parkera á ymiskar hátt her ímillum parallelparkering.
Úrslitið var at menninir í miðal vóru 20 sekundir skjótari enn kvinnurnar, og harafturat eisini nærri tí merkta økinum. Dr. Wolf grundgevur úrslitið við, at menn hava eina betri kenslu av rúmd enn kvinnur.
So skuldi tann mytan verði úti av verðini, heldur journalisturin Henrik Würgler frá Bilenonline
Leggjast kann afturat, at hendan kanning ikki fevnir um næmingar sum hava koyrt hjá KOYRILÆRARARANUM tær kvinnur hava sjálvandi ikki trupulleikar við at parkera, tað læra tær væl og virðiliga (be)