Spar pengar

Insight lærir teg at koyra

Honda Insight Hybrid lærir føraran at koyra økonomiskt!

Tað kann væl vera, at Honda Insigt fra síðuni minnir um ein Prius, men hann verður altso meira enn 100 túsund bíligari sambært donsku bløðunum. Roknað verður við, at Insight fer at hava premieru í Danmark og í Føroyum einaferð eftir næstu ólavsøku.

Insight er smekkfullur av grønari tøkni og einum nýggjum hugtaki, ið kallast Econ Mode. Hetta er ein skipan, sum ansar koyring, løðing og air-condition soleiðis, at tú altíð sparir sum mest og vinnir um mest.

Skipanin “lønir” føraranum við eftir hvønn túr at vísa eitt træ við grønum bløðum, har talið á bløðum indikerar, hvussu grønt tú hevur koyrt….

Prísirnir í Danmark fara at liggja líka undir 270 túsund, skriva donsku bløðini.

(J. Rólantsson)

Scroll to Top