Spøkilsiskoyrari

Spøkilsiskoyrari á lívi
Tann 40 ára gamli spøkilsiskoyrarin er tann einasti, sum er á lívi eftir vanlukkuna í gjár á motorvegnum við Fredericia í Danmark.

Teir fýra persónarnir, sum hann rendi beint á, eru allir deyðir eftir vanlukkuna. Tríggir doyðu á staðnum, og tann fjórði doyði á sjúkrahúsinum í Odense.

Spøkilsiskoyrarin er eisini innlagdur á Odense Sjúkrahús, og enn hevur ikki borið til at avhoyrt mannin.

Í løtuni veit løgreglan bara, at spøkilsiskoyrarin úr Keypmannahavn hevði koyrt minst 14 kilometrar á skrivari leið á motorvegnum, tá ið samanstoyturin hendi við bygdina Smidstrup.

Politiið hevur tikið blóðroynd av manninum, men veit ikki enn, um hann var ávirkaður av narkotika ella alkoholi.

Scroll to Top