Stjól 123 parkometir

Stjól 123 parkometir

Ein 37-ára gamal maður  úr Boston er avdúkaður í at tað er hann, sum í nógvar mánaðir hevur stolið  parkometur úr býnum Cambridge tætt við Boston.

Heima hjá manninum fann løgreglan 123 parkometur, har myntsylindarnir vóru tiknir burtur.

Amerikanarnir pota vanliga 25 cent- stívliga ein krónu – í parkometrið.

Maðurin stjól parkeringsautomatirnar við at kvetta stólpan yvir har automatirnar vóru á. Tað seinasta árið hevur stuldurin kosta býnum yvir 100.000 dollar – uml. 500.000 kr.

Óvissa er um, hvussu nógva úrtøu tann 37-ára gamli maðuirin hevur ogna sær av stuldrinum. (be)

Scroll to Top