Higartil í ár eru 1.204 akfør seld í Føroyum, og er hetta ein rættiliga stór framgongd í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tað er so at siga bara sølan av persónbilum og prutlum, sum er økt. Sølan av øllum øðrum sløgum av akførum er antin minkað ella stendur hon í stað. Fra frá januar til august í ár eru 944 persónbilar seldir, meðan talið fyri hesar mánaðir í fjør bert varð 757. Ein framskriving hjá Bileftirlitinum av tí, sum er eftir av árinum vísir, at væntandi verða umleið 1.650 nýggj akfør skrásett í 2005, samanborið við 1.534 í 2004. Í august 2005 eru skrásett 41 nýggj prutl og higartil í ár eru skrásett 284 nýggj prutl, samanborið við 141 nýggj prutl sama tíðarskeið í fjør.(kelda úf.)