Hvønn dag doyggja í øllum heiminum 1000 ungfólk undir 25 ár í ferðsluni.
Heimsheilsustovnurin WHO hevur roknað uppá tølini, og tey vísa, at ferðslan er stórdrepari. Hvørt ár doyggja 1,2 milliónir fólk á vegunum.
Sambært frágreiðingini krevja ferðsluvanlukkur fleiri ung mannalív millum 15 og 19 ár enn sjúkur sum til dømis aids ger.
Mong av teimum ungu ofrunum eru fólk til gongu, súkklarar, prutlkoyrarar ella ferðafólk í vánaligum, almennum flutningstólum. Í Asia eru motorsúkklur ofta einasta akfar hjá familjuni, og tað er ein rár hending, at hjálmur verður brúktur.
Ungir motorsúkklarar eru ein stórur partur av deyðum og løstaðum í ferðsluni í londum í Asia, sigur WHO.
Ferðslan er hættisligast í Afrika og Asia, har 90 prosent av øllum ferðsludrápum eru.