Kanningar vísa, at nakað av tí, sum elvur til stress er larmur frá ferðsluni . Ljóð er tann faktorur, sum stressar okkara organismur mest. Tað verða brúktar fleiri og fleiri kreftir fyri at verja fyri larmi í arbeiðsumhvørvinum og úti í ferðsluni, av tí at menniskja beinleiðis kunnu verða sjúka av strongd. Granskarin Karin Sørig Hougaard og Søren Peter Lund fra Arbejdsmiljøinstituttet hava gjørt eina frágreiðing, sum gevur eitt innlit í vandamálið. Ljóðið, sum mest elvir til strongd, hoyra vit tó ikki beinleiðis við okkara vanliga hoyrisansi. Tað eru ljóðbylgjur frá tráðleysum telefonum, fartelefonum, tráðleyst netverk og internet, sum elva nerva-, hormon- og immunskipanina í ójavnvág. Fyribrigdi nevnist fyri elektronstress, skrivar Morten Julius Bøgh í einari grein í blaðnum Helse på job. Vit vita í dag nógv um hvørji heilsuárin tað kann hava við sær, tá ljóð verður til larm. Larmur kann hava nógv skaðilig árin á tann einkulta heilsu og elvir vanliga til vánaligt arbeiðsviðurskifti, skilst av frágreiðingini. Larmur kann elva til skaða so sum niðursetta hoyrn. Tað er ofta ein skaði, ein fyrst leggur merki til sum eldri og sum oftast mest skyldast langtíðarárin av larmi. Tessvegna er tað fyribyrgjandi arbeiði umráðandi. Larmur kann eisini hava við sær møði og ørkymlan og kann elva til stress, sum síðani kann enda við hjartað- aðrasjúku. Megnar larmur kann t.d. hava við sær ov høgt blóðtrýst. Larmur er eisini orsøkin til tann nógv ótespiliga og ólekjandi líðing tinnitus, sum eisini kennist sum ein høgur tóni ella sús fyri oyrini. Hvørji heilsuárin ein kann vera fyri valdast m.a. hvussu ljóðviðkvæmur ein er og hvussu langa tíð ein hevur verði útsettur fyri larmi. Harumframt bendur granskingin á, at skaðiligi árinini frá larminum styrkjast, tá larmur henda saman við øðrum negativum psykososialum árinum. Heilsugott val. Ein heilsugóður lívsstílur krevur, at vit sjálvsrannsaka okkara hugsan, kenslur og atferð fyri at finna út av, hvar vit kunnu justera og skapa ein betri heilsustøðu. Vit løða og avløða líka sum eitt battarí. Nakað styrkir okkara lívságrýtni og tað samlaðu lívsmegi, meðan annað drenar okkum og elvur til stress í okkara organismum, sigur Morgen Bøgh. Langligur stressur vil elva til sjúku, um vit ikki steðga meðan stundin er og geva væl gætur eftir. WHO vænta, at 50% av øllum deyða um 10 ár skyldast stress. [be]