Tí doyggja fleiri í ferðsluni um summarið

Tí doyggja fleiri í ferðsluni um summarið

Summarið er høvuðsárstíð fyri skaddum og deyðum í ferðsluni, og nøkur óhapp seinastu dagarnar vátta rákið. Ein av týdningarmestu orsøkunum til vanlukkur um summarið er, at ferðin verður sett upp, tá veðrið er gott. Um veturin vita vit, at tað kann vera hált, og so seta vit ferðina niður. Um summarið, tá koyrt verður skjótt, gerast vanlukkurnar álvarsligari. Hetta vísa hagtøl og kanningar úr Danmark og Noregi.

Fleiri, sum eru fyri álvarsligum ferðsluvanlukkum, eru sjálv uttan skuld í hendingini. Tú kanst vera á skeivum staði skeivu tíðina. Men hetta er ikki galdandi fyri fjøldina. Í londunum rundan um okkum verða allar deyðsvanlukkur kannaðar til botns.

Menniskansligir feilir liggja aftanfyri næstan allar deyðsvanlukkur á vegunum. Hetta merkir ikki, at standurin á vegnum er týdningarleysur. Ein góður vegur kann forða fyri vanlukku, meðan vánaligur vegur kann hava við sær vanlukkur.

Sleppur tú tær undan hesum feilunum, er vandin fyri álvarsligum vanlukkum heilt lítil:

Spontanur vertskapur
Hóast ljósu summarkvøldini bjóða til hugna og spontanan vertskap, kann hetta skjótt hava ein óhepnan eykavinning. Fólk fáa kenning og gloyma, at tey ætlaðu at koyra heim. Hetta kann hava við sær rúsdrekkakoyring.

Tað skal so lítið til
Tað eru serliga landsvegir, sum leggja asfalt til lagnutungu vanlukkurnar. Eitt sekund í gáloysni er alt, sum skal til, áðrenn tú ert í skeivari farbreyt og rakar ein mótkoyrandi.

Trygdarbelti – trygdarbelti – trygdarbelti
Tá tað gongur galið, ert tú í hondunum á trygdarbeltinum fyri at minka um skaðan á likamið. Hetta hava flestallir føroyingar ásannað. Tí brúkar stórur partur av okkum trygdarbelti. Tann lítli parturin, sum framvegis koyrir uttan trygdarbelti, er týðiliga yvirumboðaður í deyðsvanlukkum.

Størsti dreparin – ferðin
Hámarksferðin er sett, fyri at ferðandi skulu hava eitt trygdarskotbrá, um tað gongur galið. Koyrir tú ov skjótt, tekur tú bæði av tínum trygdarskotbráði og tí hjá øðrum. Halt hámarksferðina í góðum líkindum og seta hana hóskandi niður, tá líkindini eru ivasom.

Fylgir tú hesum ráðum, minkar vandin fyri álvarsligum vanlukkum munandi. Ansið nú eftir har úti, og koyrið hóvliga!

Kelda. rff.fo

Please follow and like us:
error