Teir fyrstu í landinum fingið prógv

Á myndini frá vinstru: Mikkjal Hansen; Benny Ejdesgaard; Hans J. Hermansen; Jens Pauli Rein ; Edvin Bernhardsson.

Nýggja koyrikortkunngerðin leggur upp til, at øll, ið skulu endurvinna koyrirættin eftir at hava mist hann treytaleyst orsakað av rúsdrekka, skulu fylgja einum R/F-skeiði (Rúsdrekka & Ferðsla), áðrenn tey sleppa upp til koyriroynd aftur. Hesir 5 koyrilærararnir hava sum teir fyrstu í landinum fingið undirvísing og prógv um, at teir kunnu bjóða fólki á tílik skeið. 3 umboð fyri Akstovuna vóru eisini við. Skeiðið varð hildið á Skarvanesi vikuskiftið 19.-21. februar í ár. Skeiðleiðari var Poul Jákup Thomsen. Hetta kemur í gildi 1. februar í ár. (hjh)

Scroll to Top