Tey gomlu “ljósareyðu koyrikortini” eru farin úr gildi sum prógv fyri koyrirættindi. Tí fær bilførari, sum ikki hevur umbýtt sítt gamla “ljósareyða koyrikort” bót, um hann koyrir bil.
Hetta er tó ikki galdandi fyri tey ljósareyðu fyribils koyrikortini sum Akstovan letur í dag.
Hvar verður koyrikortið býtt um?
Umbýtið fer fram við at venda sær persónliga til Akstovuna, Hoyvíksvegur 57, Tórshavn, ella uttan fyri Tórshavn, til politistøðirnar
Hvat kostar umbýtið?
- Umbýtið av koyrikortinum kostar kr. 250,-.
- Um umbýtið av koyrikortinum fellur saman við útskiftan vegna aldur yvir 70 ár, skal einki gjald latast fyri umbýtið.
Gjaldið skal latast kontant til Akstovuna.
Um umsókn um umbýti av koyrikortinum verður latin til eina politistøð, skal gjaldið, kr. 250,-, frammanundan verða goldið á bankakonto 6460-497.745.0 ella postgirokonto 76910. Kvittanin skal havast við á politistøðina.
Hvat skal havast við?
- Gamla koyrikortið
- Andlitsmynd, uttan húgvu, stødd 35 x 45 mm, við navninum á umsøkjaranum skrivað aftanfyri
- Dóps- ella navnaseðil ella vígslubræv, um tú hevur broytt navn
- Læknaváttan, um tú ert eldri enn 70 ár, ella um koyrikortið hevur avmarkaða gildistíð vegna heilsuligar umstøður
- Kr. 250,- ella kvittan fyri, at upphæddin er goldin
Tá søkt verður um at umbýta koyrikort, skal umsóknarblað undirskrivast, meðan tann er hjá, sum tekur ímóti umsóknini.
Umsóknarblað fæst við at trýsta her.
Tú fært útflýggjað eitt fyribils koyrikort sum prógv fyri, at tú hevur førararætt meðan umsóknin verður viðgjørd.
Meira fæst at vita um koyrikort hjá:
Akstovan
Hoyvíksvegur 57
Postboks 3206
110 Tórshavn
Tlf. 350 400
Fax. 350 401
www.akstovan.fo