Næmingatúrur 2008

Slupptúrur ´08 Leygardagin 31. mai var fyrsti túrurin í 2008 hjá sluppini Westward Ho var tað sjálvandi við koyrilæraranum Benny. Túrurin:Kl. 14 varð loyst og kósin varð sett norður gjøgnum fjørðin. Vit vóru eini 50 næmingar við hendan túrin. Tað var sum á stovugólvinum, eitt líti lot so seglini vóru heisa og motorurin slóktur. Hóast […]

Næmingatúrur 2008 Read More »

Heimsins elsti

Heimsins elsti bilførari Heimsins elsti bilførari nakrantíð var 104 ára gamal, tað vóru í veruleikanum ikki ein men tveir sum megnaðu at endurnýggja koyrikorti í hasum aldrinum.  Talan er um Frede Hale, sum í 1995 á sínum 108 ára føðingardegi fekk endurnýggja sítt koyrikort, hann hevur harumframt metið sum tann elsti nakrantíð. Hin, sum talan er

Heimsins elsti Read More »

Taka bilin

Annar hvør í norðmaður meinar, at rúsdrekkaføarar eiga at spæla av við bilin. Ein kanning sum TNS Gallup hevur gjørt fyri If Skadeforsikring vísir, at 54 prosent  av teimum spurdu meina, at at hald skal vera lagt á bilin sum ein partur av revsingini. Kanningin vísir at kvinnurnar síggja meira álvarsamt upp á rúsdrekkaførarar enn

Taka bilin Read More »

Koyra við kenning

Roykibann elvir til rúsdrekkakoyring og ferðsluvanlukkurRoykibann á vertshúsum hevur við sær, at fleiri koyra við kenning. Tað vísir ein amerikonsk kanning. Kanningin vísir, at í teimum økjum, har tað er bannað at roykja á vertshúsum, eru talið á vanlukkum, sum standast av rúsdrekkakoyring, økt við 12 prosentum.Orsøkin er at fleiri koyra longur fyri at finna

Koyra við kenning Read More »

Nýtt í Føroym

Sum er krevst eingin undirvísing í at koyra prutl. Hetta heldur KOYRILÆRARIN / Benny Ejdesgaard vera skeivt og vandamikið, tí prutlførarar í útgangsstøðnum ikki vita nakað sum helst um til dømis víkiskyldu. Koyrilærarin heldur, at tað er reint hepni, at tað ikki henda fleiri vanlukkur, har prutl eru uppií. Benny Ejdesgaard vónar, at foreldur til

Nýtt í Føroym Read More »

Tað sísta nýggja

Bilur sum ein kassi Í California hevur Toyota haft eydnuna við einum sermerktum ungdómsbili, Scion. Á New Your Auto Show sýnir Toyota uppskotið hvussu Scion Hako Coupe kenur at sígga út. Heiti er “Sportútgáva av einum kassa”. Íblásturin er frá ungum trendsetarum frá Tokyo (be)

Tað sísta nýggja Read More »

Drakk kamfurdropar

Drakk kamfurdropar og misti koyrikortið Hóast teir kunnu keypast í hondkeyp, innihalda kamferdropar heili 93 prosent av spritti Kamfurdropar vóru orsøkin til serliga langa frádøming av koyrikortinum hjá einum bilførara í Landsrættinum nú ein dagin.At kamfurdropar kunnu fáa promilluna at rúka upp, mátti ein bilførari sanna, tá hann herfyri var tikin fyri rúsdrekkakoyring. Hóast maðurin

Drakk kamfurdropar Read More »

Deyðin spøkir

Føroyingar koyra deyðakoyring! Ein kann hava eydnuna við sær og sleppa snikkaleysur frá at bróta ferðslulógina, men tað er ógjørligt, tá tað kemur til tær fysisku náttúrlógirnar fyri bilkoyring. Lógarbrot av ferðslulógini, verður revsa alt fyri eitt við einari vanlukku. Tí er tað alt avgerandi at ein royndarkoyri- og hálkubreyt (koyriteknisk anlegg) í stundini verður

Deyðin spøkir Read More »

VW-Sambabussur

Tað nýggjasta rugbreyði eitur Routana. Volkswagen framleiðir minibus saman við Chrystler. Volkswagen hevur kunngjørt, at navnið á tí nýggja VW-minibusi sum er til tann amerikanska marknaðin skal verða Routan. Routan er samansett av enska orðinum ´route` og endingin `-an` sum er líkt modellnøvnunum Touran og Sharan. Upprunaliga var Routan ætlaður sum ein luksusbussur í retro-sniði

VW-Sambabussur Read More »

Skjótur at reagera

Kvikleiki bjargaði manninum Ein maður úr Bretlandi yvirlivdi, uttan stórvegis skaða, tá hann varð yvirkoyrdur av einum toki. Maðurin stóð og bíðaði eftir tokinum tá hann av einari ella aðrari orsøk var óheppin og datt niður á togskinnarnar. Hann var tó skjótur at reagera og megnaði at strekkja seg í miðjuna av togskinnarnum, tá tokið

Skjótur at reagera Read More »

Fyrsta klippið komið

Fyrsta klippið komið í eitt koyrikort í Føroyum.Klippikortskipanin, sum kom í gildi tann 1. januar, er nú tikin í nýtslu, tá ein bilførari í gjár fekk eitt klipp í koyrikortið hjá sær. – Orsøkin var, at hann framdi eina ólógliga yvirháling, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.  Talan var um ein bil, sum yvirhálaði ein

Fyrsta klippið komið Read More »

Sjey fólk doyðu

Vanlukkur í føroysku ferðsluni kostaðu sjey mannalív í fjør. Sjey føroyingar lótu lív í ferðsluni í fjør. Tað er næstan tvífalt so nógv sum í 2006, tá fýra fólk doyðu í ferðsluvanlukkum Tøl frá Landsverki og Landslæknanum vísa, at í 2006 og 2005 doyðu ávikavist fýra og fimm fólk í ferðsluni, meðan ferðslan bert kravdi

Sjey fólk doyðu Read More »

Sita leys

Alt ov nógv foreldur í Føroyum lata børnini sita leys í bilinum– Alt ov nógv foreldur í Føroyum lata børnini sita leys í bilinum. Nýggja skipanin við klippikorti fer vónandi at bøta um hetta óskilið, siga tey, sum varða av klippikortskipanini, ið kemur í gildi á midnátt. Bilførarar, sum bróta ávísar reglur í ferðslulógini, fáa

Sita leys Read More »

Umhvørvisskattur

Frá 1. januar 2008 kann ein vænta eina bót ljóðandi á €40 tá ein koyrir inn í ávísar týskar býir. t.d. Berlin, Hannover, Køln og Stuttgart, um ein ikki hevur ognar sær eitt umhvørvisøkismerki. Merkini eru reyð, gul og grøn sum samsvarar til tað útlát sum bilurin letur frá sær sambært EU-reglunum, men allir bilar við

Umhvørvisskattur Read More »

“Wow” ein bilur

Bilur gjøgnum veggin í beinleiðis sending Tíððindaverturin hjá ABC News leyp úr stólinum og rópti: “Wow”, tá ein bilur kom inn gjøgnum veggin Hann tosaði júst tá við eitt annað tíðindafólk, sum var beinleiðis ígjøgnum til studio. Hann summaði seg nøkur sekund, men helt so fram við nýggjari høvuðssøgu, um bil, sum rendi á sjónvarpsstudio.

“Wow” ein bilur Read More »

Fáa ikki klipp

Hóast tað er ólógligt at koyra bil uttan trygdarbelti og at tosa í handhildnari fartelefon undir koyring, koma hesi lógarbrotini ikki inn undir klippikort-skipanina. Føroyska klippikortskipanin er meinlík tí donsku, men onkur munur er kortini á ferða-avmarkingunum – Endamálið við klippikort-skipanini er fyrst og fremst at forða fyri, at bilførarin er til vanda fyri onnur,

Fáa ikki klipp Read More »

261 km/t i tunnlinum

Motorsúkkluførari koyrdi 261 kilometrar um tíman Tað kostaði einum førara av eini motorsúkklu ikki bara frádøming av koyrikorti og eina bót, men eisini fongsulsrevsing í ein mánað, at hann koyrdi gjøgnum Norðoyatunnilin við eini ferð sum varð máld til 261 kilometrar um tíman. Skerpandi umstøður gjørdu seg galdandi, tí løgreglan var í tunnlinum og gjørdi

261 km/t i tunnlinum Read More »

til Havnar at ballast

Politiið í Havn hevur meira at gera, tí lætt er at koma til Havnar at ballast Undirsjóvartunnlarnir sum binda landið saman geva politinum í Havn meira arbeiði um vikuskiftini. Sosialurin skrivar at tað er sum á Ólavsøku í Havn hvørt vikuskifti, tí so nógv nú hava møguleika at koyra beinleiðis til Havnar. Fólk úr øllum

til Havnar at ballast Read More »

Gingu spillnaknir

Sunnudagin gingu tríggir mans spillnaknir niðri í Norðoyatunlinum Tríggir mans vórðu sunnudagin tiknir í Norðoyatunlinum, tí teir vóru spillnaknir á veg til Klaksvíkar. Menninir fáa bót fyri at hava gingið naknir, tí tað er ikki loyvt – so vita vit tað !

Gingu spillnaknir Read More »

Tryggari at ferðast

Ferðslutilmæli: Seyðurin skal burtur og promillumarkið lækkast 35 tilmæli eru gjørd um, hvussu tað skal verða tryggari at ferðast í ferðsluni á føroysku vegunum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum fekk í dag handað uppskot um eina ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar 2008-2015. Og tað er ikki hissini tilmæli, ið bólkurin kemur við. Heili 35 í tali. Nevnast kann, at

Tryggari at ferðast Read More »

Scroll to Top