Lýsingarskeltir eru vandamikil fyri ferðsluna

Ein kanning í Onglandi vísir at lýsingarskeltir kunnu vera sera vandamikil fyri ferðsluna. Serliga tá talan er um lýsingar við hálvnaknum konufólki á. Heili 20% av monnunum játtaðu, at teir hava mist ella hálvavegna hava mist tamarhaldið á bilinum av lýsingarskeltum við hálvnaknum konufólki á. Konufólk eru tó ikki so nemm at ørkymla, tí einans

Lýsingarskeltir eru vandamikil fyri ferðsluna Read More »

Minking av fartbótum

Nýggj tøl vísa, at danskir bilførarar upp á stutta tíð eru vorðin nógv betur til at virða ferðaravmarkingarnar. 16.617 bilførarar vóru í 2003 saktaði fyri at koyra ov skjótt, á vegi har hámarkferðin var 80 km/t. Í 2005 var talið niðri á 12.233, tað er ein týðilig minking við meira enn einum fjórðingi. Hesin tendensur

Minking av fartbótum Read More »

Nógvir ávirkaðir prutlførarar

Nógv av teimum 120 prutlførarum ið vóru ávirkaðir, sum løgreglan í Esbjerg umráðunum steðgaðu í 2005, hava mist koyrikortið til bilin. Rådet for Større Færdselssikkerhed ráða løgregluna til at vera meira ansin eftir hesum bólki. Jesper Sølund frá Rådet for Større Færdselssikkerhed sigur, at prutlførarar generelt eru ein trupulleiki í ferðsluni (Jydske Vestkysten Sønderborg)

Nógvir ávirkaðir prutlførarar Read More »

Klippikortið hevur lækkað talið av deyðum……

Talið av teimum sum eru deyð í ferðsluni í 2005 er tað lægsta síðani 1946, ein orsøk er tað so kallaða klippikortið. Tað meina Løgreglan og Ráði fyri Størri Ferðslutrygd í Danmark. Bilførararnir hava fingið betri vanar, og ferðamátingar vísa lægri ferð á motorvegunum. landsvegunum og í býnum. Talið av deyðum í ferðsluni er fallið

Klippikortið hevur lækkað talið av deyðum…… Read More »

FANTASTISKT

Árið, 2005 hevur verið eitt hendingaríkt ár hjá KOYRILÆRARANUM /Benny Ejdesgaard Hyggja vit aftur um bak so er tað í hvussu so er ein sannroynd, at hagtølini peika tann rætta vegin. Einans ein stóð ikki teoriroyndina fyrstu ferð og einans ein var óheppin og kláraði ikki koyriroyndina fyrstu ferð. Øll hini stóðu royndirnar fyrstu ferð,

FANTASTISKT Read More »

Alkolás frá 2012

Bilførarin skal blása í eitt alkolás, og um førarin hevur drukkið ov nógv, vil bilurin ikki fara í gongd. Ráði fyri Størri Ferðslutrygd í Danmark mælir til saman við hinum norðurlensku systurfeløgum at fáa í lag at allir bilar frá 2012 skulu hava alkolás, skrivar Berlingske Tidende Bilen. Alkolás er eitt tól, sum er íbundið

Alkolás frá 2012 Read More »

Tætt við at koma undir ein bil

Ferðslutrygd fær nógvar fráboðanir frá bilførarum um, at børn ganga úti uttan endurskin og í myrkum klæðum. Hetta hevur nógvar vandamiklar støður við sær, sigur Rúna Sivertsen við portalin í dag og heitir á foreldur um at tryggja sær, at børnini hava endurskin og eru í ljósum klæðum. Aftur í morgun var eitt barn tætt

Tætt við at koma undir ein bil Read More »

Upplýsti falskt navn

Ein bilførari, sum um vikuskiftað var tikin fyri at koyra við kenning , royndi at snýta løgregluna við at upplýsa falskt navn Umframt at verða tikin fyri at koyra við kenning, hevði bilførarin einki koyrikort. Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at tað er eitt álvarsligt lógarbrot at upplýsa falskt navn fyri løgregluni, tí tað

Upplýsti falskt navn Read More »

Koyrdi fullur á prutli

Løgreglan í Havn hevði eina friðarliga nátt farnu nátt. Stutt eftir midnátt bleiv ein maður tikin fyri at koyra fullur á einum prutli á Eystara Ringvegi. Eitt lítið ferðsluóhapp var uttan fyri Hotel Føroyar, har ein bilur bakkaði á ein annan, uttan at nakar stórvegis skaði hendi. [olivant.fo]

Koyrdi fullur á prutli Read More »

Stress

Kanningar vísa, at nakað av tí, sum elvur til stress er larmur frá ferðsluni . Ljóð er tann faktorur, sum stressar okkara organismur mest. Tað verða brúktar fleiri og fleiri kreftir fyri at verja fyri larmi í arbeiðsumhvørvinum og úti í ferðsluni, av tí at menniskja beinleiðis kunnu verða sjúka av strongd. Granskarin Karin Sørig

Stress Read More »

Eldri bilførarar eru dugnaligari enn teirra umdømi

Nýggjar ferðslukanningar vísa, at eldri tillaga sín leiklutin sum eldri bilførari við at broyta teirra koyrihátt og koyrimynstur, so tey koma sær undan torførum og møguligum vandamiklum støðum. Dømir um tað broytta koyimynstrið er, at teir eldri bilførarnir sleppa sær undan at koyra í ringum líkindum, á mortorvegi, ella sleppa sær undan at koyra í

Eldri bilførarar eru dugnaligari enn teirra umdømi Read More »

Betri diesel og bíligari bensin í framtíðini

Donsk granskan koma við fleiri boðum um eitt sunnari umhvørvi og eina betri koyrimegi meðan amerikanarnir presentera umhvørvis vinarlig prutl. Granskarar frá Danmarks Tekniske Universitet (DTU) hava uppfunnið eina brinttablett, sum á ein umhvørvis hátt kann brúkast í staðin fyri bensinið. Meðan oljuprísirnir hava verði himmal høgir almannakunngera granskarar eina uppfinning, sum loysa ein av

Betri diesel og bíligari bensin í framtíðini Read More »

Àvirkaður av rúsdrekka til koyriroynd

Ein 36-ára gamal maður úr Norðursælandi var fyrr í vikuni til koyriroynd. Aftaná nakrar feilir varnaðist bileftirlitsmaðurin, at næmingurin var fullur. Løgreglan í Hillerød bíðar enn eftir svari av blóðroyndini sum var tikin av næminginum. Tann 36-ára gamli maðurin hevur fyrr spælt sær av við koyrikortið vegna rúsdrekkakoyring, og týsdagin skuldi hann so royna at

Àvirkaður av rúsdrekka til koyriroynd Read More »

Rúsdrekkakoyring fýra ferðir innan eitt samdøgur

Í eitt samdøgur varð ein 24-ára gamalur norðmaður frá Sunndal í Norra tikin fyri fýra ferðir at hava koyrt rúsdrekkakoyring. Fríggjadagin kl. 14.30 varð maðurin fyrstu ferð steðgaður eftir at hava koyrt skilaleyst framvið einum barnagarði. Eftir at koyrikortið var tikið frá honum og nakað av blóði – sum varð sent til analysu – slapp

Rúsdrekkakoyring fýra ferðir innan eitt samdøgur Read More »

Scroll to Top