Tikin av bóli

Var yvirhála av sínum egna stjolna bili

Ein kvinna, sum júst hevði fingið sín bil stjolnan, var náttina til sunnudagin yvirhála av sínum egna bili, tá hon koyrdi á motorvegnum.

Ein biltjóður hevði ikki eyðnuna við sær, tá hann var tikin av bóli av eigaranum av bilinum, sum hann akkurát hevði stjolið.

Kvinniligi eigarain av bilinum koyrdi sjálv á motorvegnum í einum bili hon hevði lánt, tá hon brádliga var yvirhála av sínum egna bili, sum hon júst hevði melda stjolnan.

Hon ringdi beinanvegin til løgregluna, sum fór avstað beinanvegin . Stutt aftaná handtóku  teir 35-ára  gamla biltjóðin. (be)

Scroll to Top