til Havnar at ballast

Politiið í Havn hevur meira at gera, tí lætt er at koma til Havnar at ballast

Undirsjóvartunnlarnir sum binda landið saman geva politinum í Havn meira arbeiði um vikuskiftini. Sosialurin skrivar at tað er sum á Ólavsøku í Havn hvørt vikuskifti, tí so nógv nú hava møguleika at koyra beinleiðis til Havnar.

Fólk úr øllum landinum valfarta til Havnar at ballast, og tað er sum um at tey skikka sær væl heima men úti hjá øðrum leika tey í, tað sigur vakthavandi á politistøðini í Havn við blaðið.

Farna vikuskifti vóru fleiri tikin við á støðina at sova rúsin av sær, tí tey dugdu sær ikki hógv. (uf)

Scroll to Top