Ferðslutilmæli: Seyðurin skal burtur og promillumarkið lækkast
35 tilmæli eru gjørd um, hvussu tað skal verða tryggari at ferðast í ferðsluni á føroysku vegunum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum fekk í dag handað uppskot um eina ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar 2008-2015. Og tað er ikki hissini tilmæli, ið bólkurin kemur við.
Heili 35 í tali. Nevnast kann, at promillumarkið skal lækkast, sektarhækking, løgreglueftirlit, alkometur, skilja bleytu ferðsluna frá hørðu og seyðurin skal burtur av vegnum.
Umboð fyri Akstovuna, Føroya Kommunufelag, Føroya Landfúta, Kommunusamskipan Føroya, Landsverk, Ráðið fyri Ferðslutrygd og Vinnumálaráðið hava luttikið í arbeiðinum, og er bólkurin samdur um uppskotið, sum í dag varð handað landsstýrimanninum. (úf)