Tætt við at koma undir ein bil

Ferðslutrygd fær nógvar fráboðanir frá bilførarum um, at børn ganga úti uttan endurskin og í myrkum klæðum. Hetta hevur nógvar vandamiklar støður við sær, sigur Rúna Sivertsen við portalin í dag og heitir á foreldur um at tryggja sær, at børnini hava endurskin og eru í ljósum klæðum. Aftur í morgun var eitt barn tætt við at koma undir ein bil. Barnið var á sletu á alfaravegi, og var í myrkum klæðum og hevði einki endurskin, sigur Rúna, ið júst hevur tosað við skelkaða bilføraran. Rúna vísur á, at nógvar kavadraktir í hesum døgum eru myrkar, og hetta er øgiliga óheppið. Tí er alneyðugt at foreldrini tryggja sær, at børnini hava endurskin. Tað er ikki nógmikið við endurskin á stúvlunum, hesi síggjast ikki í kava ella tá børnini skreiða. Tí er neyðugt við endurskinum um armar, á ryggi og aðrastaðni, jú, fleiri ju betri. Tað er heilt ómøguligt hjá bilførum at síggja myrku børnini, og tey eru beinleiðis í lívsvanda, sum nú er. [olivant.fo]

Scroll to Top