Umhvørvisskattur

Frá 1. januar 2008 kann ein vænta eina bót ljóðandi á €40 tá ein koyrir inn í ávísar týskar býir. t.d. Berlin, Hannover, Køln og Stuttgart, um ein ikki hevur ognar sær eitt umhvørvisøkismerki.

Merkini eru reyð, gul og grøn sum samsvarar til tað útlát sum bilurin letur frá sær sambært EU-reglunum, men allir bilar við katalysator og nýggjari bilar kunnu fáa eitt merki.

Merkini kosta  €8,90 á  TÜV-royndarstøðum og  DEKRA-verkstøðum í Týsklandi. Tey kunnu eisini fáast Danmark, hjá Applus Bilsyn sum selur merkini sum kosta 200 kr.

Býirnir Nürnberg, Dresden, München og Magdeburg  hava ætlanir eisini at koma við somu ætlan. (be)

Scroll to Top