Umhvørvisvinarligt prutl úr USA

Við einari nýtslu á einans uml. 5 oyra fyri hvønn koyrdan kilometur, er hettar tað prutlið ið er tað nógv smartasta av øllum 2-takts prutlum tá tað kemur til rakstur og umhvørvi. Talan er um amerikonsku ravmagns prutlið Helio 25 sum er tann fyrsta ið er góðkend í sínum flokki. Helio 25 letur so at siga einki útlát. Helio 25 er sera friðarlig og kann við sínum framkomna elektronikki klára seg í ferðsluni upp til 40 kilometrar við standard battaríið. Við einum lítlum eyka battaríið, kann prutlið koyra uml.60 kilometrar áðrenn tað skal løðast uppaftur. [be]

Scroll to Top