Nevndin fyri ferðslutrygd í Danmark eru til reiðar við 100 uppskotum, sum skal minka um ferðsludeyða til undir 200 um árið í 2012. Eitt av uppskotinum er, at senda tey mest vandamiklu av teimum sum dáma væl at koyra skjótt til ein sálarfrøðing, sum skal meta, um tað er trygt at senda tann unga út í ferðsluna, ella um koyrikortið skal takast frá teimum. Í Týsklandi hevur tiltakið stóra viðgongd (be)