Høvuðsorsøkin er, at landsstýrið hevur álagt stovninum at hava 1,25 milliónir krónur í yvirskoti næsta ár.
Harumframt verða seldir færri bilar, og tað merkist eisini á inntøkunum hjá Akstovuni.
-Avlopskravið hjá okkum er økt, og samstundis eru inntøkurnar minkaðar orsakað av minni bilasølu. Tí noyddust vit at siga fólkum í fulltíðarstarvi upp umframt einum, sum var í tíðaravmarkaðum starvi, sigur Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni, við Dimmalætting.
Avleiðingin av uppsøgnum verður longri bíðitíðir hjá viðskiftafólkunum, sigur Jákup Jacobsen við blaðið.