Góð ráð í mun til ferð
1. Fylg við um tú ert røttu megin hámarksferðina.
2. Hámarksferðin er eisini galdandi, um tú yvirhálar. Koyrir bilurin framman fyri 2 km/t seinni enn tú, er skilabetur at lata vera at yvirhála.
3. Far heimanífrá í góðari tíð. Umframt at ferðin er tryggari, kemur hann fram, ið hóvliga fer.
4. Fylg við speedometrinum. Áðrenn tú veitst av, koyrir tú skjótari enn tú grunar – so minst til at fylgja við.
5. 10 km/t ov skjótt sparir tær ikki tíð. Í einum lítlum landi sum Føroyum sparir tú millum sekund og fáar minuttir við at koyra skjótari enn hámarksferðin ásetir. Minst til, at spardu sekundini standa ikki í mát við váðan!
6. Vegur og veður. Koyr altíð eftir umstøðunum og líkindini. Hvussu vegur og veður laga seg hava stóra ávirkan á hvussu skjótt tú kanst koyra.
7. Brúka ferðpilotin. Hevur tú ilt við at halda hámarksferðina, kann vera góð hjálp at brúka ferðpilotin.
8. Hámarksferðin er eisini galdandi fyri nýggjar bilar. Tó at tú hevur nýggja airbag og aðra nútímans trygdarútgerð, skalt tú ikki halda, at hon tryggjar teg móti vanlukkum. Í nýggjum bilum hoyrist lítil gangur av motiri, veðri og vegi, og verri verður at varnast ov høgu ferðina.
9. Koyr sinniliga og varðveit yvirlitið. Hygg at vegnum og ferðsluni og koyr róliga røttu megin hámarksferðina. Lat vera at yvirhála óneyðugt. Umframt at koyra tryggari, ansar tú samstundis eftir umhvørvinum og sparir pening.
10. Vel røttu síðuna! Koyrir tú 80 km/t og rennir frontalt á, er vandin fyri at doygga 30%. Koyrir tú harafturímóti 90 km/t og rennir frontalt á, er vandin fyri at doyggja heili 70%.
kelda: rff
(Tilvildarlig mynd)