Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, í einum svari til fyrispurning frá Sjúrði Skaale, løgtingsmanni, um vektgjøld.
Landsstýrismaðurin sigur, at vektgjaldið hongur ikki saman við nýtsluni av bilinum. Vektgjald skal rindast av bilum, sum eru skrásettir við nummarplátum, sama um bilurin stendur alt árið, ella um hann koyrir hvønn dag. Tí er vektgjaldið meira at rokna sum ein ognar skattur enn sum ein nýtsluskattur, sigur Aksel V. Johannesen.
Tað er stór umsiting av einum slíkum gjaldi, tí Akstovan skal hálv árliga senda girokort til eigaran av hvørjum einstøkum bili. Verður ikki goldið til tíðina, skulu áminngarskriv sendast út, og verður kortini ikki goldið, verður løgreglan biðin um at klippa nummarspjøldrini.
Tí hevði verið rættari at lagt vegskattin yvir á bensin- og diesel-prísirnar, sigur landsstýrismaðurin í svarinum til Sjúrð Skaale (kelda: kringvarp.fo)