Verja ímóti P-bótum

Gulir tríkantar skulu verja ímóti P-bótum

Embætisfólk og politikarar á ráðhúsinum í Keypmannahavn hava eftir hógvi stríð fyribils funnið eina loysn, sum vil hjálpa teimum sum koyra bil í býnum at yvirhalda tann sokallaða tíggju–metrar -reglan (í Føroyum 5 metrar). Lítlar gular tríkantar á fortovskantinum skal vísa, at tað frá tríkantinum eru tíggju metrar til nærmasta vegamót.  Setur ein frá sær bilin við gulu tríkantinum, skal ein ikki bera ótta fyri at fáa eina bót. Áðrenn verkætlanin kann setast í verk skal tað góðkennast av hægri myndugleikum. (be)

Scroll to Top