Frá 1. desember til 30. apríl verður ikki loyvt at koyra við summardekkum, um hálka er, uttan so at ketur eisini eru á hjólunum. Samstundis verður í hesum tíðarskeiði víðkað um undantakið at brúka vetrardekk ella píkadekk.
Í praksis merkir hetta, at krav er sett um, at bilurin skal vera skøddur við vetrardekkum, sum eru merkt við “M+S”, “MS”. M&S”, “M-S” ella “Mud and Snow”, og sum hava eina mynsturdýpd, sum í minsta lagi er 3 mm, um koyrt verður í hálku í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl.
Loyvt er framvegis at nýta píkadekk í tíðarskeiðinum frá 16. oktober til 30. apríl.
Sostatt kunnu bilførarar koyra við summardekkum vetrarmánaðirnar, men tá hálka er, verður ikki loyvt at nýta summardekk. Við hesum koma Føroyar upp í bólkin av norðurlondum, ið hava ásetta skyldu at nýta í minsta lagi vetrardekk í tíðarskeiðnum, tá hálka kemur fyri. Danmark hevur ikki hesa skyldu.
Mett verður, at ein kravd nýtsla av vetrardekkum í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl, vil minka um talið á álvarsligum ferðsluvanlukkum og er sostatt við til at økja um ferðslutrygdina.
Brot úr kunngerð:
Allýsingar § 1. Í hesari kunngerð er: 1) Vetrardekk: Dekk, ið eru ætlað til vetrar- koyring og sum eru merkt við “M+S”, “MS”, “M&S”, “M-S” ella “Mud and Snow”, og sum hava eina mynsturdýpd, sum í minsta lagi er 3 mm. 2) Summardekk: Dekk, ið ikki eru vetrardekk. 3) Píkadekk: Dekk við píkum. 4) Píkaketur: Ketur við píkum, tindum ella líkn- andi.
Nýtsla av summar- og píkadekkum.
§ 2. Ikki er loyvt at nýta summardekk í tíðar- skeiðinum frá 1. desember til 30. apríl, uttan so, at akfarinum er tryggjað nóg gott vegtak, tá hálka er, við at akfarið er skøtt við ketum á hjólunum á trekkakslinum. Í hesum tíðarskeiði kunnu ístaðin vetrardekk ella píkadekk nýtast.