Ávirkaður til koyriroynd
Tað varð ikki til nakað koyrikort hesu ferð hjá einum 53 ára gomlum manni, sum skuldi royna at taka koyrikortið umaftur, sum hann annars hevði mist. Tað var í Haderslev í Danmark í gjár. Hann hevði mist koyrikortið fyri at koyra við kenning.
Frá tí 53 ára gamla manninum stóð ramur sprittroykur, sum eingin kundi vera í iva um, hvat var fyri nakað, so í staðin fyri ein túr í bili við tí koyrikorts-serkøna slapp maðurin at blása í alkometrið.
Tað vísti sveip og so gekk leiðin annars til ein lækna at taka blóðroynd. So í staðin fyri at fáa sítt mista koyrikort aftur, verður maðurin helst drigin fyri rættin aftur.