Àvirkaður av rúsdrekka til koyriroynd

Ein 36-ára gamal maður úr Norðursælandi var fyrr í vikuni til koyriroynd. Aftaná nakrar feilir varnaðist bileftirlitsmaðurin, at næmingurin var fullur. Løgreglan í Hillerød bíðar enn eftir svari av blóðroyndini sum var tikin av næminginum. Tann 36-ára gamli maðurin hevur fyrr spælt sær av við koyrikortið vegna rúsdrekkakoyring, og týsdagin skuldi hann so royna at ogna sær koyrikortið aftur við at fara til eina nýggja koyriroynd. Tað skrivar Frederiksborg Amts Avis. Við munninum fullum at Ga-Jol møtti hann upp og koyrdi av stað við bileftirlitsmanninum undir liðini. Úti á vegnum gjørdi tann 36-ára gamli nakrar skeivleikar, sum bileftirlitsmaðurin noyddist at dumpa hann upp á, so teir settu kósina aftur ímóti fráfaringarstaðnum. Ga-Jol roykurin svann burtur á veg aftur og varð avloystur av einum deymi av alkoholi. Hesum átalaði bileftirlitsmaðurin og mælti til, at løgreglan mátti dragast við inn í málið. Tá bilurin stóð stillur, royndi tann 36-ára gamli at sleppa sær til rýmingar. Royndin at rýma gjørdist stokkut, tá bileftirlitsmaðurin fekk steðga honum og lat hann upp í hendurnar á løgregluni, sum koyrdi tann 36-ára gamla til Hillerød sjúkrahús fyri at taka eina blóðroynd. [be]

Scroll to Top