Lat ikki lykilin liggja í ólæstum akfari.
Um tú letur lykilin liggja í ólæstum bili ella akfari, og bilurin verður stolin og fær skaða, so verður skaðin neyvan umfataður av akfarstryggingini.
Íkoma ivamál, kunnu kanningar hjá tryggingini staðfesta, um bilurin er settur í gongd við lykli ella um bilurin t.d. er settur í gongd við megi.
Tí er skilagott, altíð at læsa akfarið, áðrenn farið verður frá hesum og lat aldrin lyklar til bilin liggja í bilinum.
(trygging.fo)