Ford, sum eigur persónbiladeildina hjá Volvo, sigur, at kinverjarnir hava góðan møguleika at keypa fyritøkuna, men enn er eingin avgerð tikin, skrivar svenska tíðindastovan, TT.
– Ford heldur, at Geely hevur tað, sum skal til, fyri at eiga Volvo í framtíðini, sigur Ford í einum tíðindaskrivi.
Ford ætlar at selja alla persónbiladeildina hjá Volvo, og fer ikki at eiga í fyritøkuni longur.
Geely varð stovnað í 1986, og er í løtuni størsti óhefti bilfranmleiðari í Kina. Fyritøkan hevur 7.000 starvsfólk, og hon ger 230.000 bilar um árið.
Málið er, at meginparturin av framleiðsluni skal seljast aðrastaðni enn í Kina í 2015.
Geely er skrásett í keypsskálanum í Hongkong.