VW-Sambabussur

Tað nýggjasta rugbreyði eitur Routana.

Volkswagen framleiðir minibus saman við Chrystler. Volkswagen hevur kunngjørt, at navnið á tí nýggja VW-minibusi sum er til tann amerikanska marknaðin skal verða Routan.

Routan er samansett av enska orðinum ´route` og endingin `-an` sum er líkt modellnøvnunum Touran og Sharan.

Upprunaliga var Routan ætlaður sum ein luksusbussur í retro-sniði sum liggur heilt nær tí upprunaliga VW-rugbreyði. Tann ætlanin er í millumbilinum slept. Tað nýggja modellið er útviklað í samarbeiði við Chrysler. Bilurin skal framleiðast á einari Chrystler-verksmiðju í Kanada. Bilurin verður vístur fram á Chicago Auto Show um nakrar fáar vikur. Um ein tílíkur bilur kemur til Føroyar vil bara tíðin vísa, men áhugavert hevði tað verði. (be)

 

Scroll to Top