Nøgdir kundar
500 +
Skeið hildin
0
ára royndir sum koyrilærari
0

Helst Føroya besti koyriskúli

- síðan 2010!

Álítandi frálæra

At taka koyrikort – ein spurningur um álit
At ogna sær eitt koyrikort er ein stór avgerð – sama um tú ert 18, 24, 37, 55 ella eldri. Mítt endamál er, at allir mínir næmingar gerast tryggir og dugnaligir bilførarar, og at teir klára bæði teoriroyndina og koyriroyndina fyrstu ferð.

Á mínum koyriskúla ber til at taka koyrikort til persónbil, motorsúkklu og hýruvogn. Harumframt bjóða vit eftiransandi skeið, endurtøkuundirvísing, koyriforboðskeið, rúsdrekka- og ferðsluskeið (RF-skeið), og fyrstuhjálp í ferðsluni.

Eg havi eina sterka sannføring um, at tann besta undirvísingin er ein, ið gevur tær bæði kunnleika og rætta hugburð til at ferðast trygt og ábyrgdarfullt í ferðsluni.

Tí er tað av stórum týdningi, at vit saman stremba eftir hægsta møguliga støði – so tú ikki bara lærir at koyra, men eisini fert út í ferðsluna við einum tryggum grundarlagi av vitan, dugnaligheit og ábyrgd.

Ein frálæra, tú kanst líta á
Tað er ikki av tilvild, at mín koyriskúli verður mettur sum ein av teimum fremstu. Her verða næmingar ikki bara skundaðir gjøgnum undirvísingina fyri at klára teoriroyndina skjótast gjørligt. Vit leggja stóran dent á eina álítandi og grundleggjandi frálæru – bæði í teori og verkligari koyring.

Hetta tryggjar, at tú ikki bara klárar royndirnar, men eisini ert væl fyrireikað/-ur at ferðast trygt og skilagott restina av lívinum.

Lær at koyra í bili við manuellum ella automatgiri

Automatgir – eitt lættari val fyri nógv
Fleiri og fleiri velja at koyra bil við automatgir, og tað er vorðið vanligari at fáa koyrikort til júst tað. Tí í dag eru nógv bilmerki útgjørd við automatgir, og tað ger koyringina lættari fyri nógv.

Tey, sum hava torført við at brúka kopling og gir, hava nú størri møguleika at klára koyriroyndina. Hetta er eisini ein stórur fyrimunur fyri tey, sum hava serligar avbjóðingar, so sum ADHD, ADD o.s.fr. Um tað er trupult at halda fokus og gera fleiri ting samstundis, so er tað ofta lættari at koyra bil við automatgir – tú skalt ikki hugsa um at skifta gir ella trýsta á koplingina.

Um tú heldur, at ferðslan er fløkjalig og stressandi, so kann tað vera ein góð byrjan at venja seg við ein bil við automatgir. Tú kanst brúka alt fokus á ferðsluna, og tað ger tað lættari at læra at koyra trygt og skilagott.

14. apríl 2023 (3 pláss eftir).

2023
14. apríl 2023 (pláss eftir). 
19. juni 2023 (pláss eftir). 
17. august 2023 (pláss eftir). 

2022

Trýst her fyr meira kunning 

Scroll to Top