127 km/t á motorsúkklu

127 km/t á motorsúkklu Yviri við Strond í Havn. Tað kostaði einum ungum manni koyrikortið treytaleyst. Ferðin var so nógv, at politiiið tók koyrikortið frá manninum á staðnum. Politiið gjørdi nógvar ferðmátingar ymsa staðni í landinum í farna mánaða. Ikki færri enn 347 fólk vórðu tikin fyri at koyra ov skjótt. Tey hava fingið bót, og nøkur missa koyrikortið, antin treytað ella treytaleyst. 213 bilførarar koyrdu upp til 30 km/t ov skjótt í bygdum øki og 120 koyrdu upp til 30 km/t ov skjótt uttan fyri bygt øki. 13 fólk missa koyrikortið treytað, tí tey koyrdu meira enn 30 km/t ov skjótt, fimm í bygdum øki og átta í óbygdum. Størsta ferðin var 129 km/t. [ú.f]

Scroll to Top