Tað er soleiðis at summir týskir býir hava ávís umhvørvis-økir, har krav er um at bilurin hevur eina sokallaða “Umwelt-plakette”, ið er eitt umhvørvis-merki, ið sigur hvussu umhvørvis-vinarligur bilurin er.
Bilar, ið ikki hava slíkt merki, hava ikki loyvi at koyra í hesum økjum.
Gjørt verður tó vart við at tað ikki er neyðugt hjá fólki, ið ikki skulu inn í hesi økir, at hava slíkt umhvørvis-merki á bilinum.
“Umwelt-plakette” kann keypast á heimasíðuni: TRÝST HER
Legg til merkis: Tá ið keypt verður, skal ein velja millum lond innanfyri ella uttanfyri ES.
Vel fyrst eitt land uttanfyri ES, t.d. Ísland. Tá kemur ein listi fram við øllum londum uttanfyri ES. Vel síðan Føroyar.
Kelda: Akstovan.fo