Vandamikil SMS-skriving

Ein ungur maður elvdi í gjár til ferðsluóhapp í Danmark, tá hann skrivaði SMS, meðan hann koyrdi Maðurin var ávegis danska høvuðsstaðnum eftir motorvegnum við Køge-víkina. Hann hevði úr at gera við at skriva eini SMS-boð, og varnaðist tí ikki, at bilarnir framman fyri hann steðgaðu. Við fullari ferð rendi hann í bíðandi bilrøðina, men tíbetur hendi stórvegis skaði tó ikki. Maðurin sjálvur fekk tó ein løst, eins og maðurin í einum av raktu bilunum eisini fekk smærri snuddir.[portal.fo]

Scroll to Top